Ovastevna
Mánakvøldið sat nevndin, sum fyrireikar ovastevnuna, á fundi og legði seinastu hond á skránna. Skráin er tó ikki almannakunngjørd enn, men fyrireikararnir siga, at leisturin verður hin sami, sum seinasta ár, tá ið stevnan eydnaðist avbera væl.
Hetta er tann 10?unda ovastevnan í røðini, ið ber navnið eftir nólsoyinginum, Ova Joensen, sum róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar á sumri 1986.
Á longu leiðini um hav sat hann við árarnar í lítla báti sínum í meira enn 40 samdøgur, til hann umsíður náddi Longu-Linju og kundi kyssa kendu havfrúnna á klettinum í danska høvuðsstaðnum.
Hetta var málið, hann setti sær trý summur á rað. Tey bæði fyrru árini setti hann upp í Hetlandi, men "alle gode gange tre", sigur orðafellið, og soleiðis var eisini hjá Ova.
Endamálið við stevnuni er at savna inn pening til bygging av svimjihyli, sum stendur í gerð eystanfyri skúlan í Nólsoy.
Svimjing og regatta
Í fleiri ár hevur Erlendur Simonsen skipað fyri svimjing um Nólsoyarfjørð á ovastevnu, og soleiðis verður eisini í ár, nú hann verður hjálptur av Jákupi av Skarði við hesum stóra tiltaki.
Sum skilst, verður lagt á fjørðin úr Havn kl. 14 leygardagin.
Eitt annað tiltak, sum eisini er vorðið afturvendandi á ovastevnu, er regattasiglingin. Loyst verður á Eiði fríggjadagin, og síðan verður sett upp í Hósvík, har ligið verður til leygardagin. Út á seinnapartin leygardagin stevna regatta-bátarnir til Nólsoyar, har ovastevnan verður hildin.
Er veðrið gott, kemur ein hópur av bátum bæði úr Havn og av Skálafjørðinum út til Nólsoyar at halda stevnu.
Saman við bátunum, sum eru við í regattasiglingini, sær Nólsoyarvík út sum ein lýsandi "býur", tá ið leygarkvøldið kemur.
Í góðum veðri ber nógv til, og á ovastevnu seinasta ár vitjaði eitt ótal av bátum í Nólsoy.
Kabarett og dansur
Tað, sum flestu nólsoyingar serliga gleða seg til á ovastevnu, er afturvendandi kabarettin, ið savnar nógv bygdafólk og avbygdafólk. Flestu hendingar í kabarettini snúgva seg um lokalmál, men hesi verða so væl framborðin, at sjálvt tey, ið ikki kenna til smálutirnar, fara ikki vónsvikin heimaftur.
Kabarettin hevur verið eitt sera væl vitjað tiltak og ein týdningarmikil inntøkukelda á stevnuni.
Aftur í ár hava nólsoyingar dúgliga vant til kabarettina, sum verður sýnd fleiri ferðir um vikuskiftið.
Eins og undanfarin ár, verður eitt stórt tjald sett upp í skúlagarðinum, har dansur verður bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Fríggjakvøldið spæla nólsoyingar, og tá verður Anfinn Nielsen, sum nú býr í Nólsoy, ætlandi gestasangari.
Leygarkvøldið spæla Kim Hansen og hansara menn. Kim er eisini nólsoyingur og hevur drúgvar royndir í tónleikalívinum.
Vit kunnu leggja aftrat, at á seinastu ovastevnu vóru ikki færri enn 800 fólk í dansi í tjaldinum í Nólsoy fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Eitt annað afturvendandi og sera væl vitjað tiltak á ovastevnu, er felagssangurin undir Mikkjalsveggi leygarkvøldið kl. 22.
Á ovastevnu verður eisini tivoli og matsøla umframt onnur tiltøk, sum vit fara at venda aftur til, tá ið skráin verður almannakunngjørd.
Kaj Leo setir
Tað verður Kaj Leo Johannesen, sum setir ovastevnuna í ár. Stevnan verður sett í Geilini kl. 14 leygardagin.