10 um haruna

Her eru nøkur viðurskifti, ið sermerkja haruna:

1. Haran (frøðiheiti: Lepus) heldur til í skógi og á lyngheiði. Hon leggur ungarnar í holum millum grót og klettar.

2. Haran í Føroyum nevnist snjóhara, men verður meira grálig nú um vetrarnar, av tí at so lítið av kava er.

3. Íslandi eru ongar harur. Snjóharan er í Føroyum, Skotlandi og oyggjaflokkunum har, Írlandi, Noregi og Svøríki, umframt í Alpunum. Fornfrøðingar hava funnið beinleivdir av henni í norðbúgvabygdum úr víkingatíðini.

4. Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, tá veðrið er til vildar, men snjóharan leggur bara 2 ferðir. Harumframt fær snjóharan hvíta vetrarbúna sín fyrr um heystið, enn bláharan fær sín blágráa vetrarbúna.

5. Í Føroyum liggur kavin sjáldan leingi, so tað hevur verið nógv verri hjá snjóharuni enn hjá bláharuni at fjala seg fyri harumonnunum.

6. Haran etur plantur, grøs, stargrøs, urtir og trøllakambar, umframt knubbar og endaknappar á runnum og trøum.

7. Pólharan og snjóharan eru virknastar í dimmingini. Men tá ið makingartíðin kemur, og tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, síggjast tær eisini um dagin.

8. Pólhara og snjóhara verða veiddar, tí at kjøtið smakkar so væl.

9. Hildið verður, at stovnurin í Føroyum í 1997 var umleið 5000 harur, men av tí at harumenn í Føroyum ikki skulu biðja um veiðiloyvi ella geva fongin upp, er torført at meta um, hvussu nógv verður skotið árliga.

10. Í Føroyum er loyvt at skjóta haru frá 2. november til 31. desember.

(Kelda: www.stamps.fo)