Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og í øllum førum er smittukeldan kend.
967 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 109 smittað í Føroyum.
Hóast 10 eru nógv, so er tað munandi minni enn tveir teir seinastu dagarnar, tá ávikavist 17 og 21 vórðu smittað við koronu.
Nú eru tilsamans 109 fólk smittað og 491 eru í sóttarhaldi.
Tilsamans hava nú 1188 fólk verið smittað í Føroyum. 1077 teirra eru fríska aftur.