Í samband við FIFA Ballon d’Or tiltakið í januar, skal ársins venjari 2015 finanst. FIFA hevur kunngjørt teir tíggju venjararnar, sum eru tilnevndir.
Teirra millum er favoritturin Luis Enrique, sum vann alt farna kappingarár. La Liga, Copa del Rey og Champions League. Næstur honum er Massimiliano Allegri, sum vann Seria A og Coppa Italia við Juventus, men mátti lúta í Champions League finaluni fyri júst Barcelona.
Av øðrum kunnu nevnast Premier League vinnarin, José Mourinho úr Chelsea, Bundesliga vinnarin, Pep Guardiola úr Bayern Munchen og Ligue 1 vinnarin, Laurent Blanc úr Paris Saint Germain.
Almenni FIFA Ballon d’Or ársins venjari listin:
Massimiliano Allegri (Juventus)
Carlo Ancelotti (Fyrrverandi Real Madrid)
Laurent Blanc (Paris St Germain)
Unai Emery (Sevilla)
Pep Guardiola (Bayern Munich)
Luis Enrique (Barcelona)
Jose Mourinho (Chelsea)
Jorge Sampaoli (Chile)
Diego Simeone (Atletico Madrid)
Arsene Wenger (Arsenal).