10 tímar seinkað

Ferðaætlanin hjá Norrønu kemur ikki í fasta legu fyrr enn mikudagin, av tí at hon bar við land í Havn í gjár. Smyril Line ætlar tó ikki at finna sær aðra fasta havn í Føroyum

ÓHAPP 

Hendrik Egholm, marknaðarleiðari á Smyri Line, upplýsir, at Norrøna legði frá landi klokkan 7.15 í morgun, og væntandi verður skipið á Seyðisfirði um 8-9 tíðina í kvøld. Ætlanin var at sigla 24 sjómíl, og sostatt hevur verið roynt at sigla skjótt fyri at vinna tíð.
Men hóast Norrøna skundaði sær, og ferðin var nógv, er skipið seinkað einar 10 tímar, sigur marknaðarleiðarin.
Hendrik Egholm sigur, at tað altíð eru eitt ella tvey ferðafólk, sum sýna ónøgd, men at viðskiftafólkini eru tilvitað um góðsku, og tað tí hevur týdning, at manningin tók sær av teimum, hóast tað altíð er keðiligt at verða seinkað. Hann vísir á, at skiparin kunnaði tey 1100 ferðafólkini um hvat hendi. Fyrst varð rópt í hátalarunum, at talan var um tekniskar trupulleikar, og tá tað var greitt, hvussu støðan var, bleiv kunnað um hetta.
Ætlanin var í fyrstu syftu at sigla inn á Runavík, men illveður var, og tí var mett at vera best at fara til Ánirnar, og hetta fekk ferðafólkið eisini at vita, sigur Hendrik Egholm.
Ferðafólkinum stóð í boði at fáa buffet, og tey sum longu høvdu keypt eina slíka, fáa ókeypis morgunmat.
 
 
Ikki talan um treiskni
 
 
Hendrik Egholm sigur, at starvsfólkið á Smyril Line hevur ringt til hotell og bóndagarðar í Ìslandi fyri at kunna hesi um, at gestirnir við Norrønu verða seinkaðir, og at tey eisini fara at ringja til viðskiftafólk í t.d. Hanstholm, sum skulu ferðast við Norrønu komandi dagarnar.
- Vit náa ikki at vinna seinkingina inn aftur fyrr enn mikudagin, og tí fara vit at lýsa í miðlum, nær kekk-inn verður, metir Hendrik Egholm.
Hann greiðir frá, at tá skipið fór útfrá, gleið tað av fendaranum og bar við keikantin, og eitt lítið holkom á klædningin undir fendaranum.
- Tað er ringt at geberda seg ímóti, og hetta er bæði sjarman og ósjarman við at sigla her, sigur marknaðarleiðarin, og vísir á, at tílíkt eisini kann henda fyri strandfaraskip, og hetta einki hevur við treiskleika at gera, tí tey høvdu ikki farið inn á Havnina, um hetta var ótrygt.
Til spurningin, um tey umhugsa at skifta havn, sigur Hendrik Egholm, at tey hava eitt gott samstarv við Runavíkar havn, tá ikki ber til at fara inn á Havnina, men at tey ikki ætla at broyta mannagongdir.
Óhappið kemur ikki at føra við sær stórvegis útreiðslur fyri reiðaríið.
- Vit mugu seta meira ferð á skipið, og tá brúka vit meira olju, og tað er ikki ókeypis at bjóða 1000 fólkum buffet, men umvælingin er lítil. Her er ikki talan um stabilisatorar, men um eina lítla plátu, sigur Hendrik Egholm.