Tá tjúgu minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, kom Hjalgrím Elttør á vøllin, eins og hann gjørdi tað 10 ár frammanundan. Men hóast hann hesa ferð fekk nakrar minuttir fleiri enn síðst, kom ongantíð nakar líka stórur kjansur aftur hesa ferð.
– Tá eg fekk at vita, at eg ikki skuldi byrja inni, so vónaði eg, at eg kundi koma inn seinni í dystinum, og tað kom eg so. Men tá vóru vit longu aftanfyri 2-0, so eg royndi ikki at hugsa so nógv um tað akkurát ta løtuna, sigur Hjalgrím, ið kom inn fyri Símun Samuelsen og bleiv framrættaður miðvallari, meðan Christian Lamhauge Holst fór út í vinstru síðu.
– Her ráddi bara um at arbeiða hart inni á miðvøllinum, tí teir vóru øgiliga bólttryggir, so vit runnu fyri tað nógva aftaná. Tað var øgiliga trupult hjá okkum at koma fram eftir vøllinum, tí teir eru so tekniskt góðir spælarar.
Ta einu ferðina var um reppið, at 29 ára gamli klaksvíkingurin slapp at uppliva eitt »dejavu«, men einki spurdist burturúr allíkavæl, tá hann rann seg í góða støðu úti í vinstru síðu, men uttan at avgerandi sendingin nakrantíð kom.
– Eg vónaði sjálvandi, at okkurt skuldi spyrjast burturúr, men tað bleiv tíverri ikki til nakað skot á stongina og inn, sigur Hjalgrím, ið annars ikki var nøgdur við, at fyrsti dysturin í hesi undankappingini skuldi enda við einum 3-0 tapi.
– Eingin er nøgdur við at tapa, og av tí at okkurt av málunum bleiv í so bíligt, vildi eg heldur verið nøgdur, um vit taptu minni. Men vit kunnu allíkavæl vera nøgdir við innsatsin í hesum dystinum, sum var á útivølli ímóti kanska klárt besta liðinum í bólkinum.