10 ár síðani vanlukkuna á Roskilde

Áðrenn Roskildefestilvalurin byrjar hósdagin 1. juli, verður eitt minningarhald fyri teimum 9 ungu monnunum, sum lótu lív í 2000. Tað verður punksangarinnan, Patti Smith, sum fer seta hol á festivalin, men hon fer at skjóta festivalin í gongd á ein rættiliga óvanligan hátt. Hon fer nevniliga at minnast vanlukkuna í 2000, tá 9 ungir menn vórðu kroystir og trampaðir í hel av trýstinum frá stóru mannamúgvuni.

 

Patti Smith fer at hava hetta minningarhaldið saman við sínum guitaristi, Lenny Kaye.

 

Talsfólk fyri Roskilde Festivalin sláa fast, at minnishaldið við Patti Smith er lagt afturat skránni, og at tað ikki kemur ístaðin fyri konsertina, sum hon skal hava leygardagin.

 

Konsertin verður sum ætlað ?eisini á Orange pallinum.