Sunnudagin komandi eru 10 ár liðin, síðani fyritøkan Articon varð sett á stovn. Hetta ætlar felagið at markera við stórari veitslu og pyntaðum akførum. Seinastu dagarnar hava fólk kanska lagt til merkis, at akførini hjá byggifyritøkuni Articon hava verið merkt við einum serligum 10-tali.
Hetta hevur sína góðu orsøk, tí í hesum døgum eru 10 ár liðin, síðani fyritøkan varð sett á stovn. Articon hevur hesi 10 árini vaksið seg til at vera eitt av størstu byggifeløgunum í Føroyum.
Articon vísir í tíðindaskrivi á, at ein fyritreyt fyri tí, sum felagið hevur avrikað hesi árini, er dugnalig og vælútbúgvin starvsfólk.
- Vit arbeiða støðugt við at varðveita eitt fakligt og sosialt umhvørvi, so røttu fakfólkini trívast í felagnum, siga stovnararnir av Articon, Jón Danielsen, stjóri, og Niclas Joensen, fíggjarstjóri.
Tá mest var at gera, taldi starvsfólkahópurin hjá Articon 140, men fíggjarkreppan hevur kravt tillagingar, so starvsfólkatalið nú liggur um 100.
- Stovningardagurin verður hildin leygarkvøldið við føðingardagsveitslu í Dansifrøði í Havn, har starvsfólkini við maka umframt aðrir gestir eru bodnir við, sigur felagið í tíðindaskrivi.