10 nýggj neyðsendarakfør komin til landið

Føroyingar halda á við at keypa nýggjar bilar. Størsti lutfalsligi vøksturin er av neyðsendarakførum.

Akstovan hevur kunngjørt nýggjastu tølini fyri skráseting av nýggjum akførum í mars. Størsta lutfalsliga broytingin í mun til í fjør er, at talið á neyðsendarakførum er økt við 900 prosentum. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør kom eitt neyðsendarakfar til landið, men higartil í ár eru níggju nýggj neyðsendarakfør skrásett.

 

Eitt lítið vet færri persónbilar eru skrásettir í mars í ár í mun til í mars í fjør, men um tríggir teir fyrstu mánaðirnir verða samanbornir, eru 54 fleiri nýggir persónbilar skrásettir í ár.

 

Eisini talið á nýggjum hýruvognum og vøruvognum er hækkað í mun til í fjør. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru átta nýggir hýruvognar skrásettir í mun til fýra í fjør, meðan 65 nýggir vøruvognar eru skrásettir fyrstu tríggjar mánaðirnar, níggju fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.