10 milliónir brúka Vivino

Vín-appin hjá Heina Zachariassen hevur nú fleiri enn 10 milliónir brúkarar

 

Vivino, sum varð stovnað í 2010, hevur í eina tíð verið heimsins størsta vín-app, og í gjár fór felagið, har Heini Zachariassen úr Hoyvík er stjóri, um teir 10 milliónir brúkararnar.

 

Í stuttum er talan um eina app, har brúkarin við at taka mynd av etikettuni á vínfløskuni kann fáa ymsar upplýsingar um vínið. Tú sær eisini, hvussu aðrir brúkarar hava góðskumett einstøku sløgini av víni, eins og app’in kann hjálpa tær av velja vín, sum hóskar væl til tín profil.

 

- Eg haldi, at Vivino kann broyta marknaðin innan vín-ídnaðin. Samlaði umsetningurin á marknaðinum er á leið $290 milliardir, og fólk nýta alt meira web-grundaðar hentleikar í síni leiting. Og her hevur Vivino við okkara stóra dátumongd ein avgjørdan fyrimun, sigur Heini Zachariassen.