Talan er um eina trý ára verkætlan, har granskarar skulu kanna kropslig avrik og hvíldartíð í intervalítrótti á úrvalsstigi. Talan er um eitt netverk av granskarum frá Syddansk Universitet, Københavns Universitet og Århus Universitet undir heitinum “Nationalt Netværk for Præstation, Restitution og Kostoptimering i Intervalidræt”, sum fer undir granskingarsamstarvið, skrivar Granskingarráðið.
– Talan er um eina stóra verkætlan har vit kanna tær mýlfysiologisku mekanismurnar, sum viðføra møði og ávirka hvíldartíðina eftir dystir í intervalítrótti. Hetta gera vit við at nýta fleiri heilt ymisk granskingardesign, sigur Magni Mohr.
– Vit gera kanningar við rottum í Århus, har vit endurskapa fysiologisku støðuna, sum vøddakyknan hjá menniskjum kemur í eftir dystir í intervalítrótti. Vit gera síðani líknandi kontrolleraðar laboratoriukanningar við menniskjum í Keypmannahavn, har sama støða hjá menniskjum verður kannað. Til seinast kanna vit úrvalsítróttarfólk í teirra náttúrligu støðu í fótbólti, hondbólti, íshockey og badminton í Odense og nokk eisini í Føroyum. Á henda hátt skapa vit samanhang og byggja brýr ímillum mýlfysiologiskar kanningar í laboratorinum og so veruligu støðuna, hesi ítróttarfólk koma í undir kappingum við nógvum dystum og stuttari hvíldartíð, sigur Magni Mohr at enda.
Magni Mohr er professari í arbeiðsfysiologi á Fróðskaparsetrinum og á Syddansk Universitet.