Tað er traditión, at fólk, sum vitja kenda Trevi-gosvatnið í Róm, tveita ein mynt niður í vatnið.
Herfyri varð gosvatnið reinsað og gjørt í stand, og tá vórðu mongu myntirnir á botninum á gosvantinum savnaðir saman. Tað gjørdist til heilar 10 milliónir krónur.
Pengarnir verða latnir vælgerandi felagsskapinum Caritas, sum brúkar pengar til at geva fátøkum familjum, heimleysum og øðrum mat.









