Stóra framleiðslan av bilum í landinum er ein orsøk til at Fiat hava ein marknaðarpart upp á umleið 25 prosent í Brasilia.
Fiat er mest selda bilmerki í Brasilia, framman fyri Volkswagen og General Motors sum eisini hava egnar verksmiðjur í landinum. Fiat framleiða 15 ymisk bilmodell í Brasilia.










