Hóast norska toskaalingin enn ikki hevur givið tað stóra avkastið, er kortini einki, sum bendir á, at stígur er komin í hesa vinnu Felagið Marin Invest AS í Møre og Romsdal í Noregi kemur í ár at framleiða heili 10 miljónir toskayngul.
Seks av sjey loyvum ella økjum hjá felagnum eru fylt við fiski, sum norðmenn rópa ?settefisk?.
Tá hesin fiskur vigar millum 100 og 150 gramm, verður hann seldur matfiskaalarum fram við norsku strondini.
Í 2009 ætlar Marin Invest AS at brúka síni loyvi, sum felagið hevur til framleiðslu av matfiski.
- Men fyrst skulu vit flyta framleiðsluna av fiski til útsetingar upp á land, sigur dagligi leiðarin, Bård Skarshaug, við kyst.no