Taks skrivar á heimasíðu sínari, at narkohundurin hjá tollvaldinum var á flogvøllinum, tá maðurin kom til Føroya við flogfarinum fyrr í ár.
Tollarar fingu illgruna um, at eitthvørt óregluligt var við manninum og tóku hann til viks. Hann varð síðan sendur á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann fjaldi rúsevni innvortis. Løgreglan handtók mannin, og í dag varð hann so dømdur.
Tríggir aðrir persónar, sum tiknir eru í tollinum fyri innvortis rúsevnasmugling, bíða eftir dómi sínum.