10 lótu lív í matvøruhandli í Buffalo

Tað var seinnapartin í dag, at ein maður fór at skjóta við skørpum í einum matvøruhandli í Buffalo.

Seinnapartin í dag fór ein maður at skjóta við skørpum í einum matvøruhandli í Buffalo í deilstatinum, New York. 

 

Tað veit tíðindastovan AP at siga.

 

Sum kvøldið er liðið, er talið av fólki, sum lótu lív av skotum, økt, og nú verður sagt, at 10 fólk eru deyð, og fleiri eru særd.

 

Keldur hjá løgregluni siga, at brotsmaðurin er handtikin, og hann er á lívi.

 

Fyrr í kvøld varð annars sagt, at persónurin, sum skeyt, hevði latið lív.

 

Sagt verður, at handilin, har skottilburðurin fór fram, liggur umleið fimm kilometrar úr miðbýnum í Buffalo.

 

##med2##

 

 

 

Fyrr í kvøld varð sagt, at átta fólk høvdu latið lív. Nú er talið av deyðum komið upp á 10.