Í hesum døgum halda tey heimskenda San Fermin festivalin í norðurspanska býnum Pamplona. Hetta er hátíðarhald fyri halgimennið San Fermin, sum verjir í býin.
Í tíggju dagar er tarvarenning í gamla býarpartinum í Pamplona. Tarvar, sum viga upp í 600 kilo, renna 825 metrar í gjøgnum smalar gøtur, har fólk kunnu renna og leypa undan.
Tveir teir fyrstu dagarnar hava tíggju fólk fingið skaða í tarvarenningini, men eingin hevur fingið álvarsaman skaða.
Í fjør fingu 35 fólk skaða, og tað kemur eisini fyri, at fólk verða stangað av tarvum. Síðani 1911 eru 16 fólk deyð í tarvarenningini í Pamplona. Seinastu ferð, renningin kravdi mannalív, var í 2009, tá ið ein 27 ára gamal maður var stangaður í hálsin.
Djóraverndarfelagsskapir eru ímóti tarvarenningini og krevja, at hon verður avtikin. Í ár mótmæla tey aftur í Pamplona undir San Fermin.