10 føroysk mál vóru skotin í Partille í dag

Sävehof leikti javnt á heimavølli

Ísak Vedelsbøl, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í dag dyst á heimavølli í Partille í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Mótstøðuliðið var næstfremsta liðið í deildini, Karlskrona. Í steðginum var Sävehof frammanfyri 20-16, men tað gekk ikki líka væl í hond í seinna hálvleiki, og sambært Göteborgsposten brendi Sävehof nógvar málmøguleikar. Dysturin endaði við javnleiki 35-35.

 

Óli var saman við Magnus Persson toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum. ÓIi legði eisini upp til trý mál. Ísak skoraði trý mál fyri Sävehof í dag.

 

Sävehof er fjórðfremst í deildini við 20 stigum. Sävehof hevur fimm stig upp til oddaliðið, Ystad sum hevur 25 stig.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 taka Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby móti Malmö í Jönköping.

 

Sävehof spælir seinasta dystin undan vetrar og HM-steðginum á útivølli komandi sunnudag klokkan 15. Tá tekur Alingsås móti Sävehof.