TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr samrøðuna vertirnir hjá FM1, Eyðfinn Drewsen og Petur Zachariassen gjørdu við Bárð á Lakjuni, sanglærara í Fuglafjarða skúla í sendingini VBS á FM1 seinnapartin í dag.
Samrøðan snúði seg um sangleikin "Grease", ið ENám 10. floks sangbreytin hevur framført í mentanarhúsinum í Fuglafirði fyri stuttum, og nú fer at framføra í Norðurlandahúsinum í Havn hóskvøldið og fríggjakvøldið í hesi vikuni.
Yvir 3.000 fólk sóu leikin í Fuglafirði, og Bárður á Lakjuni heldur, at ungu fólkini hava eitt rættiliga høgt støði, og tað sæst eisini aftur í undirtøkuni fyri sangleikinum.











