Í framtíðini verða 10. flokkarnir í Tórshavnar Kommunu skipaðir í annaðhvørt einari ella í tveimum eindum Tað sigur Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, við Kringvarpið. Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt eitt tilmæli um hvussu hetta kann gerast.
Bólkurin er tó ikki samdur. Minnilutin mælir til, at 10. flokkarnir verða skipaðir í tvær eindir, onnur í Kommunuskúlanum og hin í Eysturskúlanum. Meirilutin mælir til, at 10. flokkarnir verða skipaðir í einari eind, sum skal hava sjálvstøðuga leiðslu.
Av tí at arbeiðsbólkurin ikki er samdur, hevur mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráði gjørt av, at skipa fyri kunning um tilmælini, og í januar er ætlanin at skipa ein temadag, har tilmælini verða viðgjørd, sigur Hildur Eyðunsdóttir.
Kelda: Kringvarpið