Føroyar eiga at taka ímóti 10 flóttafólkum um árið.
Tað segði Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, í Sosialinum fyrr í vikuni.
Hann heldur eisini, at óttin fyri, at Føroyar verða muslimskar, bara tí at taka ímóti nøkrum flóttafólkum, má manast í jørðina.
- Tað er avgjørt ikki ein neyðug avleiðing av at vit taka ímóti flóttafólkum, at tað fer at kollrenna føroyska samfelagið, heldur hann.
Tvørturímóti heldur hann, at høvdu vit tikið ímóti flóttafólkum, hevði tað latið eygu okkara upp fyri, hvussu ringt summi fólk hava tað.
Bill Justinusen vísir á, at tað eru tvey sløg av flóttafólkum. Í fyrra lagi er talan um fólk, sum søkja um friðskjól, og so eru tað tey flóttafólkini, ST viðurkennur sum flóttafólk, tí umstøðurnar í heimlandinum eru soleiðis, at tey kunnu ikki vera har.
- Hetta eru ikki bara flóttafólk úr muslimskum londum, tí tey koma nógva staðni frá, og tað eru eisini nógv kristin flóttafólk.
- Skulu vit taka flóttafólk, kunnu vit velja, hvørji flóttafólk, vit skulu taka ímóti. Vit kunnu taka ta støðu at taka ímóti kristnum flóttafólkum fyri at taka eitt dømi. Men vit kunnu eisini taka ímóti flóttafólkum úr Afrika, haðani eisini milliónir av flóttafólkum eru.
Men bill Justinussen heldur ikki, at vit skulu taka ímóti muslimskum flóttafólkum, í hvussu so er ikki hesi fyrstu árini.
- Vit eiga at taka flóttafólk, sum hava áleið sama virðisgrundarlag, sum vit, sigur hann. Fara vit hinvegin at taka muslimsk flóttafólk, fara vit at fáa ein mentanarsamanbrest í Føroyum, sum vit kanska ikki klára.
Hann ásannar, at tað er lítið kristiligt at býta neyðstødd sundur eftir trúgv.
- Men vit mugu ásanna veruleikan, og hann er, at vit fáa ikki stjórnað Føroyum eftir tí kristiliga virðisgrundarlag, vit vilja. Og tað er ein sannroynd, at sum heild er øgiliga stór mótstøða í Føroyum ímóti muslimum.
- Men tað eigur ikki at forða okkum í at hjálpa øðrum, sigur tingmaðurin. Og tað kann so aftur slóða fyri, at føroyingar eisini, sum frálíður, fara at góðtaka muslimsk flóttafólk, táið teir fyrst síggja, at tey eru ikki so vandamikil kortini.