10 ferðamannaskip til Klaksvíkar

Alt fleiri ferðamannskip hava seinastu árini vitjað í Klaksvík, og nú er greitt, at tað koma 10 størri ferðamannaskip til Klaksvíkar í summar.

Í sambandi við vitjaninar roynir ferðavinna og handilsvinna at spíla seg út, so at mongu útlendsku gestirnir, sum vitjar í landi ein dag, hava møguleikan at hyggja seg um og fáa onkrar upplivingar við sær av landinum.

Í kvøld skipa Norðoya Kunningarstova og samskiparin Finn Johannesen fyri kunnandi fundi í Býráðshøllini í Klaksvík, har øll tey, ið hava áhuga í vitjanunum hjá ferðamannskipunum, kunnu verða við.

Tað koma nógv ferðamannaskip á vitjan í Føroyum í ár. Heili 47 ferðamannaskip vitja Havnina í ár.