Tað er hpv virusið, sum kann útvikla seg til lívmóðurhálskrabba. Hvørt ár doyggja 100 kvinnur av hesum slagi av krabba. Ein stór kanning, sum granskarir frá Statens Serum Institut, SSI, og Karolinska instituttet hava gjørt, vísir at tekin ikki eru um álvarslig hjáarin millum 3,1 milliónir kvinnur frá 18 til 45 ár.
Les eisini: 12 ár seinni: Hpv koppsettar kvinnur ongan krabba
Her eru 10 fakta um hpv virusið, sum kann elva til lívmóðurhálskrabba.
1. Minst 80 prosent av teimum, sum eru seksuelt aktiv verða smittaði av hpv eina ella fleiri ferðir í lívinum.
2. Hpv smitta er mest útbreidd millum ung. Á leið fýra út av 10 ungum danskarum undir 30 ár eru smittaðir av hpv í skrivandi stund.
3. Hvørt ár fáa á leið 15.000 danskar kvinnur staðfest kyknubroytingar.
4. Hvørt ár eru tað á leið 6000 kvinnur í Danmark, sum fara undir strýtuskurð fyri at taka undanstig til lívmóðurhálskrabba burtur.
5.Hvørt ár fáa á leið 375 danskar kvinnur lívmóðurhálskrabba. Meir enn helmingurin er undir 50 ár. Tær flestu eru tó um 35 ár.
6. Útbreiðslan av lívmóðurhálskrabba er størst í Danmark út av øllum Norðurlondum.
7. Hvønn dag fær ein donsk kvinna lívmóðurhálskrabba.
8. Hvørt ár doyggja 100 danskar kvinnur av sjúkuni.
9. Hpv koppsetingin kann fyribyrgja 70 prosent av tilburðunum av lívmóðurhálskrabba
10. WHO mælir til, at hpv koppsetingin stendur øllum gentum ú nærum øllum evropeiskum londum í boði.
Keldur: Sundhedsstyrelsen, Kræftens Bekæmpelse og Lægeforeningen.
/ritzau/