Minst 10 ungfólk vórðu traðkað í hel á einari rockkonsert í Indonesia í dag Vanlukkan hendi, tá fleiri hundrað fólk royndu at sleppa út úr konserthøllini í býnum Bandung, meðan onnur royndu at sleppa inn í høllina.
Eygnavitni siga við eitt lokalblað, at alt ov mong fólk vóru inni í høllini og so trongt, at fleiri høvdu ilt við at draga andan.
Løgreglan sigur, at fleiri fólk doyðu, og sjúkrahúskeldur siga, at minst 10 ungfólk doyðu, og at seks fingu skaða.