Higartil í ár eru skrásettir 10 elbilar í Føroyum.
Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni fyri ársins fyrst mánað.
Við ársenda í fjør vóru tilsamans 38.887 akfør skrásett í Føroyum. Av teimum vóru 208 eldrivin akfør, og av teimum 175 eldrivnir persónbilar.
1. februar í ár vóru skrásett tilsamans 38.895akfør, og av teimum 218 eldrivin akfør. Av hesum 2018 eldrivnu akførunum vóru 185 eldrivinir persónbilar.
Talið av motordrivnum akførum er 1. februar í ár var 32.828. Tá eru viðfestisvognar, kampingvognar, prutl, leguvognar o. s. fr. ikki tald við.
Tali av elbilum, tá prutl ikki eru íroknað, er 195: 185 persónbilar, 8 vøruvognar og 2 hýruvognar.
Lutvísi parturin av elbilum í Føroyum er nú komin upp á 0,6 prosent.