Týskvøldið 10. mars klokkan 19 skipar Runavíkar kommuna fyri almennum borgarafundi i Løkshøll í Runavík. - Á fundinum fara vit at kunna um ymisk kommunal viðurskifti og um framtíðarætlanir fyri kommununa næstu 10 árini. Tað sigur Runavíkar kommuna. Á fundinum fáa borgarar eisini høvi at siga sína hugsan og at seta spurningar. - Eftir fundin verður høvi at hitta tær ymisku nevndirnar í býráðnum til eitt prát ella spurningar, samstundis sum ein drekkamuður verður at fáa í kantinuni í Løkshøll, sigur býráðið í Runavíkar kommunu. |