Leygardagin 7. mars skipaði Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum fyri stórari ráðstevnu í miðbýnum í Havn í samband við, at bólkurin hevði 10 ár á baki.
Formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, bjóðaði vælkomin og ynskti Undrilívsbólkinum tillukku við 10 ára degnum. Síðan varð ráðstevnan sett av Katrini Kallsberg, yvirlækna, og sjálv setanin endaði við tónleiki frá Sharon Weiss og Ívari Bærentsen.
Pernille Tine Jensen, yvirlækni í gynækologi á Odense Universitetssjúkrahúsi, helt fyrilestur um krabbamein í undirlívinum.
Á ráðstevnununi var eisini høvi at luttaka á ymsum verkstovum, 1) Seinfylgjur og viðgerð við Pernille Tine Jensen, yvirlækna, 2) At koma seg eftir krabbamein við Duritu Tausen, 3) Lívmóðurhálskrabbi og HPV-vaccina við Ann Danielsen, yvirlækna og 4) Tvær søgur, ein sjúka við systrunum, Dagmar og Beintu Clothier.
- Ráðstevnan endaði í Posthúskjallaranum. Beinta Clothier las upp klummu sum Armgarð Arge, teologur, hevði skriva til tiltakið og Beinta Højsted, forkvinna í undirlívsbólkinum, helt røðu.
Krabbameinsfelagið sigur, at eftir hetta varð farið niðan í hølini hjá Frelsunarherinum til kirkjukvirru við Ann Dahl Hansen, presti, har livandi ljós í pappírsposum vóru tendrað, og kórið Kata sang.
- Vit vilja takka hjartaliga øllum, sum stuðlaðu og hjálptu til - og øllum, sum vóru við til at gera tiltakið so fjøllbroytt og væleydnað, sigur Krabbameinsfelagið.