10 ár síðani ÍF vann seg í hálvfinaluna

Síðsta grannauppgerðin í fjórðingsfinaluni endaði við brotssparkskapping, sum Víkingur vann

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglafirði, har grannarnir í Víkingi vera gestir.

 

Meðan Víkingur hevur vunnið løgmanssteypið fýra ferðir – seinast í 2017 – og í fjør var í finaluni, sum HB vann 2-0, so eru tað tíggju ár síðani, at ÍF var í hálvfinaluni. Tað var í 2011, tá ið ÍF rakk í finaluna. Mótstøðuliðið var EB/Streymur, sum vann finalurnar ímóti ÍF bæði í 2010 og 2011.

 

Í 2015 hittust ÍF og Víkingur í fjórðingsfinalu í Fløtugerði. Talan var um máltíka grannauppgerð. Úrslitið var 3-3. Eftir longda leiktíð var neyðugt við brotssparkskapping, sum Víkingur vann.

 

Einasti ÍF spælarin, sum var við í 2015, og sum framvegis er á liðnum, er liðformaðurin Karl Løkin.

 

Filip Djordjevic spældi við Víkingi fyri seks árum síðani. Hann er nú ÍF spælari. Síðstu ferðirnar hevur hann ikki verið við, tí hann er burturstaddur.

 

Hjá Víkingi vóru Atli Gregersen og Gunnar Vatnhamar millum málskjúttarnar í fjórðingsfinaluni í 2015. Umframt teir báðar var Sølvi Vatnhamar við ta ferðina, og Bárður J. Hansen varð skiftur inn í síðstu løtu.

 

9. mai hittust Víkingur og ÍF í 9. umfari í landskappingini í Sarpugerði. Tá vann Víkingur 5-1.

 

ÍF – Víkingur: Alex Troleis kl. 16.00.