Desember mánaður plagdi at seta øll met, hvat viðvíkur veitsluhaldi og øllum sm hartil hoyrir av góðum og ringum.
Mn tað er heldur onki at ivast í, at jólamánaðurin í ár hevur verið nógv turrari hjá nógvum, enn hann plagdi at vera.
Í øllum førum hevur sølan hjá Rúsuni verið munandi minni í desember í fjør, enn hon var í desember í 2009.
Stjórin í Rúsuni, Elsa Maria Olsen, sigur, at sølan hjá Rúsini var 10,7% minni í desember í 2010, enn hon var í desember í 2009.
Tað sá annars leingi út til, at desember fór at vera ein vanlukka av teimum stóru fyri Rúsuna – ella eitt vælsignilsi, alt eftir, hvat ein heldur um rúsdrekka.
Tí tá ið jólamánaðurin var hálvur, var sølan næstan 25% minni enn hon var teir fyrstu tvær vikurnar í desember í 2009.
Men síðan hevur sølan so ment seg aftur, so at tá ið avtornaði, var sølan í desember í fjør 10,7% minni enn í jólamánaðinum í 2009.
Tað var longu í november, at sølan hjá Rúsuni fór at minka og í desember tók minkingin so rættiligt dik á seg.
Gott barometur
Elsa Maria Olsen staðfestir, at Rúsan er eitt frálíkt barometur yvir, hvussu tað gongur í samfelagnum.
- Vit merkja tað alt fyri eitt á søluni um tað so gongur upp ella niður í samfelagnum, sigur hon.
Og hon ivast ikki í, at tað eru teir stóru húsagangirnir seinasta tíðina, sum hava ávirkað søluna rættiliga nógv
Fyrst gav Eik skarvin yvir í heyst og í november fór Fiskavirking eisini av knóranum og kastaði 800 fólk út í arbeiðsloysi.
- Rúsdrekka er kanska tað allarfyrsta, fólk halda upp at at brúka pengar upp á keypa, tá ið tað gongur aftur á.
- Tá ið Eik gav skarvin yvir, sást tað alt fyri eitt aftur í søluni hjá Rúsuni og húsagangurin hjá Fiskavirking merktiskt eisini beinanvegin.
Elsa Marika Olsen sigur, at slíkir skelkir ávirka ikki bara keypsmynstrið hjá teimum ávísu fólkunum, sum verða rakt.
- Tað elvir til ringvirkningar allastaðni runt umkring, tí tá ið slíkt hendir, verða øll ávirkað av tí og fara at ansa betri eftir pengunum.
- Í so máta síggi eg eina gongd í samfelagnum, sum eg eri eitt sindur hørm um at síggja, legði hon afturat afturat í samrøðu við sosialin beint fyri jól í fjør.
2011verður tórført
Í 2010 seldi Rúsan øl, vín og brennivín fyri 121.134.531 krónur. Tað eru slakar 865.000 krónur minni enn ætlanin var at selja fyri á fíggjarlógini, tí har varð roknað við eini sølu upp á 122 milliónur krónur í fjør.
Tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni, tí goymslan er ikki ordiliga gjørd upp, men hetta er so besta metingin hjá stjóranum.
Í 2009 seldi Rúsan fyri 118.232 milliónir krónur, men í oktober hetta árið vórðu prísirnir hækkaðir nakað.
Men tað, sum stjórin í Rúsuni serliga stúrir fyri, er kravið, sum Løgtingið hevur um, hvussu stórt avlop, Rúsan skal hava.
Í 2009 seldi Rúsan fyri 118,232 milliónir og tá varð kravið, at avlopið skuldi vera 12 milliónir
Men í 2010 skuldi sølan økjast upp í 122 milliónir, men tað var avlopskravið økt fimm milliónir, upp í 17 milliónir.
- Hetta hevur lagt eitt øgiligt trýst á Rúsuna, tí tað hevur verið serstakliga tórført at lúka tey krøv, sum Løgtingið setti til sølu og avlop, sigur Elsa Maria Olsen.
Hon sigur, at hetta hevur bara latið seg gjørt við tað, at alt, sum eitur íløgur og ábøtur og røkt hevur verið lagt á hyllina.
- Men hetta er sum at rulla eitt kavablak frammanfyri sær. Tað verður bara størri og størri og krøvini til íløgur og ábøtur í ár eru serstakliga stórar.
- Av tí sama liggja stórar útreiðslur fyri framman og sostatt er tað eitt stórt spurnartekin, hvussu 2011 fer at hepnast, sigur stjórin.
Hon dugir ikki at siga beint nú, hvussu nær Rúsan verður at røkka avlopskravinum, men tað verður heilt tætt við.
t