Talið á gistingum í Føroyum er voksið nógv seinastu árini, men sambært Hagstovuni fara gistingarhúsini avstað við øllum vøkstrinum. Meðan talið á gistingum í gistingarhúsum er voksið við yvir 40.000 seinastu fimm árini, er talið á gistinum í íbúðum minkað við yvir 10.000 gistingum somu fimm árini og gistingar á ból og biti minkað við næstan 1.000 seinastu trý árini.
Talið á gistingum í Føroyum er voksið nógv seinastu árini. Í 2013 vóru 132.265 gistingar í Føroyum sambært Hagstovuni, og síðani er talið voksið á hvørjum ári. 139.250 í 2014, 159.167 í 2015, 159.759 í 2016 og 174.809 í fjør. Tað eru sostatt yvir 40.000 fleiri gistingar í Føroyum upp á fimm ár.
Parturin hjá gistingarhúsunum er voksin fyri hvørt ár. Í 2013 vóru 100.173 gistingar á gistingarhúsum, sum svarar til sløk 76 prosent, meðan í 2017 vóru 142.757 gistingar á gistingarhúsunum, sum svarar til sløk 82 prosent.
Tað sæst eisini aftur í, at talið á gistingum á gistingarhúsunum er voksið meiri hesi fimm árini enn talið á gistinum tilsamans. Tað eru 42.544 fleiri gistingar tilsmans, men 42.584 fleiri gistingar í gistingarhúsunum.
Ein frágreiðing kann vera, at nøkur av teimum, sum áður eru skrásett í hagtølunum at leiga íbúðir út ella hava ból og biti, nú hava skift yvir til Airbnb. Hagtølini hjá Hagstovuni umfata nevniliga ikki tey, sum leiga sær rúm umvegis heimasíðuna hjá Airbnb.
Í fjør vóru næstan 10.000 færri gistingar í íbúðum enn í 2013. Talið er follið frá 27.313 í 2013 til 25.216 í 2014, 22.446 í 2015, 17.851 í 2016 og 17.650 í 2017.
Talið á gistingum á ból og biti var 1.919 í 2013, vaks so til 2.064 í 2014 og 3.483 í 2015, men er síðani follið niður á 2.633 í 2016 og 2539 í 2017.
Kampingøkini merkja allarhelst eisini kappingina frá airbnb, men tað er ilt at meta um, tí har eru sveiggini stór seinastu árini. Í 2013 vóru 2.860 gistingar skrásettar á kampingøkjum í Føroyum, í 2014 vaks talið til 6.502 og í 2015 heilt upp á 14.937. Síðani er talið á gistingum follið til 11.794 í 2016 og 11.863 í 2017.
Nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni vísa kortini, at færri gistingar vóru í Føroyum fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
- Tað vóru 76.303 gistinætur í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað eru 1.494 ella 2% færri enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar Hagstovan.
At talan er um merkisverd tøl sæst eisini aftur í, at hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at talið av gistinætur minkar annan ársfjórðing samanborið við undanfarna ár.
- Tølini vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið oman fyri talið sama mánað árið frammanundan – uttan í ár, tí nú liggja tølini fyri allan annan ársfjórðing – apríl, mai og serliga juni – niðan fyri annan ársfjórðing í fjør, skrivar Hagstovan.
Í temanum í Vikuskiftissosialinum er ein longri gjøgnumgongd av leiklutinum hjá Airbnb í ferðavinnuni í Føroyum. Vit hava tosað við Visit Faroe Islands, við hotellstjórar, við stjóran í TAKS og við nøkur, sum leiga út gjøgnum Airbnb. Vikuskiftissosialurin er til keyps í sølubúðunum kring landið.