Tríggjar vikur eru eftir, til vit fara at seta okkara kross við, hvørja kós vit borgarar ynskja fyri Føroyar.
Spurningurin, sum skal svarast 1. september, verður nøkulunda soleiðis: Ynskir tú meira av førda politikki? Ella ynskir tú nakað heilt annað?
Er svarið ja til síðstnevnda spurning, havi eg eini gleðiboð til tín - tú ert ikki einsamallur! Vit eru nógv, ið ynskja eina heilt aðra politiska kós fyri Føroyar. Eina kós, sum er meira eyðkend av einum felags áliti á hvørjum øðrum, einum ynski um rúmd og tolsemi og tankanum um, at vit í felag skapa bestu karmarnar fyri okkum øll og okkara komandi ættarliðum.
Nógvar týðandi nýskipanir, m.a. pensjóns- og fiskivinnunýskipanin, liggja fremst á dagsskránni í komandi valskeiði. Men tað, ið er eins týdningarmikið, er, at gongd kemur á veruliga tjóðarbygging, og mál verða tikin upp, sum hava ligið og samlað støv alt ov leingi.
Tað er uppá tíðina, at føroyskir politikarar tora at nema við tey mál, sum veruliga gera mun fyri vanliga føroyingin. Fyri meg merkir hetta m.a., at spurningurin um borgarliga vígslu av samkyndum skal avgreiðast; at spurningurin um leinging av barnsburðarfarloyvinum skal avgreiðast; at spurningurin um leigubústaðir, sum fólk hava ráð at búgva í, skal avgreiðast, og at spurningurin um at raðfesta sálarliga heilsu í Føroyum eisini verður avgreiddur!
1. september taka vit ikki bert avgerðina um omanfyrinevndu mál verða tikin upp ella ei – vit velja samstundis, um vit ynskja, at politiska skipanin í Føroyum í størri mun skal verða myndað av fólki, sum eru tilvitað um fólksins vilja, og sum velja at føra politikk eftir tí leisti – opnir, eyðmjúkir og í sambandi við tørvin og ynskini hjá borgarunum. Tað er tað, eg, saman við Javnaðarflokkinum, ynski at arbeiða fram ímóti!
Oda Kjartansdóttir Strøm
Valevni fyri Javnaðarflokkin










