1 ára gomul gloymd genta deyð í bili

Ein 1 ára gomul genta er í dag deyð, í bilinum hjá pápa sínum í Lyngby í Danmark Tað skrivar DR sambært Sandoyarportalinum.

Pápin hevði gloymt at koyra gentuna í vøggustovu um morgunin. Hóast tað, hevði hann avleverað eldru systrina, sum er 3 ára gomul í barnagarð.

Eftir hetta koyrdi hann beinleiðis til arbeiðis um klokkan 9 í morgun og gloymdi eftir øllum at døma alt um, at yngra dótturin sat aftanfyri. Tað sigur leiðarin av kanningararbeiðinum, Flemming Poulsen frá Norðursælands Politistøð.

Lítla gentan sat bundin í sínum bilstóli, og roknað verður við at hon er deyð av veskumangli.

Sorgaleikurin varð uppdagaður, tá ið mamman at gentuni skuldi avheinta hana í vøggustovuni seinnapartin, men har fekk at vita, at gentan hevði ikki veri har í dag.

Boðini um ta lívleysu gentuna komu klokkan 15.42 í dag.

Pápin at gentuni, sum er 29 ára gamal, er avhoyrdur av løgregluni, og leyslatin aftur í kvøld.

Foreldrini eru í svárari kreppu og hava tað ikki gott, sigur Flemming Poulsen.