1. november

Fyrsti november hátíðardagur í mótsøgn,
nøvnini høgd inn í grót, eins og hesin lagnudagur
er meislaður í sinnið teim avvarðandi,
andsøgnin er, at betur er at hava átt ein so háttvirdan
enn ongantíð hava kent ein.
Meiningsleyst haldi eg, hvørja ferð tað óvæntað rakar,
tað er ein meining við øllum fyri onnur.
Soleiðis er lívið.
----
A.E.í Kálvalíð