Heildarætlanin um kynsligan ágang mælir til at játta eina millión um árið til viðgerð til teirra, sum hava seinárin orsaka av kynsligum ágangi.
Heildarætlanin um kynsligan ágang mælir til at játta eina millión um árið til viðgerð til teirra, sum hava seinárin orsaka av kynsligum ágangi. Peningurin skal millum annað nýtast til ókeypis viðgerð hjá sálarfrøðingi.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at tað vera løggildir sálarfrøðingar, sum skulu kunna veita hesa viðgerð, og at 12 viðgerðartímar kunnu játtast fyri hvønn.
Við hesum tilboðnum hava fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, sostatt tríggjar møguleikar fyri viðgerð. Eitt er tilboðið um ískoyti frá Heilsutrygd til sálarfrøðiliga viðgerð til fólk, ið eru yngri enn 25 ár, eitt er viðgerðartilboðið frá felagsskapinum KRIS, umframt tað almenna viðgerðartilboðið sambært heildarætlanini, har til ber at fáa ókeypis viðgerð hjá útbúnum sálarfrøðingi.
- Fyri nógv vaksin fólk, sum dragast við seinárin orsaka av kynsligum ágangi í barndóminum, er talan um ein óberandi tungan førning av skomm, ótta, vónloysi og trupulleikum í sambandi við bæði familjulívið og arbeiðslívið. Tí er tað sera týdningarmikið, at tey fáa møguleika til at leita sær hjálp og sálarfrøðiliga viðgerð, skrivar arbeiðsbólkurin.