Sjónvarpið og útvarpið gjørdust á nýggjárinum ein stovnur. Tí undrar tað fleiri, at føroyingar aftur í ár verða noyddir at gjalda tvær rokningar. Eina til sjónvarpið og eina til útvarpið, hóast hvørgin stovnur í grundini er til longur.
Einki er broytt
Jógvan Jespersen, stjóri á nýggja miðlastovninum, sigur, at tað ikki er nakað, fólk skulu undrast á.
? Hóast stovnarnir vórðu lagdir saman á nýggjárinum, so er framvegis einki broytt í umsitingarliga partinum. Tí krevja vit tað sama í 2005, sum í 2004. Í kunngerðini, sum kom í desember stendur einki um gjald, og tað verður tí ikki broytt, fyrr enn lógin kemur, sigur Jógvan Jespersen, stjóri.
So hóast stovnarnir eru lagdir saman, so fungera teir framvegis sum tveir stovnar. Tí verður tað eisini kravt inn á sama hátt sum í 2004.
Sjónvarpið krevur 1600 kr + mvg, t.v.s. 2000 kr, sum skulu verða goldnar innan 1. mars, og útvarpið krevur 1300 kr + mvg, t.v.s. 1625 kr, sum skulu verða goldnar innan 1. mei. Samanlagt ein rokning áljóðandi 3625 kr til tveir stovnar, ið longu eru farnir í søguna.
Navnið
Spurdur um tað gongur nakra leið við t.d. navninum á nýggja stovninum, svarar Jógvan, at hann í seinnu helvt av januar í ár fer at leggja eitt uppskot fram.
? Talan verður um eitt uppskot um 1. stig í tilgongdini til nýggja stovnin. Ætlanin er, at viðgerðin av uppskotinum skal byrja í seinnu helvt av januar í ár. Tá verða allar ætlanir, eisini um navnið, lagdar fram, sigur Jógvan Jespersen at enda.