Fólkatalið í Føroyum er bara økt við 6 fólkum í tíðarskeiðinum 1. januar til 1. mars í ár. 1. januar búðu 48.778 fólk í Føroyum og 1. mars búðu 48.784 fólk her - ein øking við 6 fólkum.
Tað er bara í Streymoyar sýslu og Vága sýslu, at fólkatalið økist, í Streymoyar sýslu er fólkatalið økt við 49 fólkum, og í Vága sýslu er økingin 2 fólk.
Í øllum hinum sýslunum minkar fólkatalið:
Norðoyar sýsla -9 fólk
Eysturoyar sýsla -12 fólk
Sandoyar sýsla -12 fólk
Suðuroyar sýsla -12 fólk.