ARBEIÐARADAGUR
1.mai er altjóða arbeiðaradagurin. Hann verður hildin kring allan heim, og tað verður hann eisini her í Føroyum.
Sum siður er verður 1. mai, t.e. hósdagin, hátíðarhildin við røðum og sangi á Vaglinum í Havn.
Samstundis er hetta dagurin, tá verkafólk hava frí, og tey kunnu so passandi savnað seg um felagsarbeiðið á Vaglinum.
Tað verður Hans Joensen, formaður í Havnar arbeiðsmannafelag, sum fer at bjóða vælkomin, og tríggir røðarar fara at siga okkum sína hugsanir henda verkamannadag.
Røðararnir verða Zakaris Hansen, nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag, Ingeborg Winther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og Petur Skeel Skarsá, verkamaður.
Havnar Hornorkestur fer at spæla til tiltakið.
Vanliga plagar veðrið at vera avgerandi fyri, hvør undirtøkan fyri tiltakinum verður. 1. mai er eisini dagurin, tá sátmálarnir fara úr gildi, og í skrivandi stund verður samráðst um nýggjar sáttmálar, har øll arbeiðarafeløgini samráðast saman.