1. mai:- Ungdómurin ringar sømdur á arbeiðsmarknaðinum

- Arbeiðskorini hjá ungum eru óstøðug og ótrygg, heldur politiskt ungmannafelag.

 

- Vit kunnu í 2018 gera greitt, at ungdómurin í Føroyum ikki hevur nóg góðar sømdir á arbeiðsmarknaðinum. Ung verða sum oftast ikki sáttmálasett, og hava tískil eingi tryggjað rættindi mótvegis arbeiðsgevaranum. Tískil eru arbeiðskorini óstøðug og ótrygg. Alt ov nógv ung uppliva, at løn verður tikið frá teimum, fyri arbeiðssteðgir, tey ikki fáa. Tað er so umráðandi, at ungdómurin kennir síni rættindi og hevur møguleikan at boða frá, tá órættur fer fram. 


Tað skrivar Unga Tjóðveldi í lesarabrævi til miðlarnar í dag, 1. mai, altjóða arbeiðaradagin. Tað er eitt ávíst ósamsvar, tá ungdómurin ger sína skyldu, men ikki fær síni rættindi, heldur ungmannafelagið.

 

 

- Rættindi og skyldur í einum modernaðum fólkaræði eiga fylgjast at. Ungdómurin má fylkjast mótvegis arbeiðsgevaranum fyri at tryggja virðilig arbeiðskor. Saman, sum ein hópur, eru vit sterkari. Tá gerast vit fleiri, og tey fá.  Í matstovuvinnuni, á flakavirkjum, havnaløgum - allað staðnis, har verkafólkið fremur sítt dagliga virki, eiga øll, ung og gomul, ófrávíkjandi rættindi, ið vórðu kravd av verkafólkinum undan okkum. Vit eiga at krevja okkara rætt nú. Fyri tað arbeiðandi fólki á sjógvi og á landi, nú og komandi, sigur Unga Tjóðveldi.