1. mai skipa javnaðar- og tjóðveldisfeløgini í Norðstreymoy saman við Vestmanna Arbeiðarafelag fyri 1. maidagshaldi á Reyða Torginum í Vestmanna. Haldið verður týsdagin 1. mai klokkan 16.
Røðarar verða tey trý:
– Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum,
– Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður, og
– Aksel V. Johannesen, løgmaður
Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður í Vestmanna Arbeiðarafelag
Hetta er fimta árið, at skipað verður fyri 1. mai-haldi í Vestmanna, og eins og til sera væleydnaða tiltakið í fjør, eru tað aftur hesaferð Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin.
Eisini í ár verður tað við góðum tónleikaligum stuðli frá Vestmanna Hornorkestri undir leiðslu av Atla Petersen og tøkniligum stuðli frá ungdómshúsinum Staðnum við leiðaranum Paula Magnussen.
Aftan á røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag drekkamunn og kakubita í felagshølunum beint við Torgið.
Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag.










