Í morgin 1. mei kl 16 verður arbeiðaradagurin hátíðarhildin í Havn, við røðum, sangi og horntónleiki. Tað er Havnar Arbeiðsmannafelag, sum skipar fyri tiltakinum.
Røðararnir í ár verða fýra í tali. Tey eru Maud Wang Hansen, Bárður Persson, Eli Brimsvík og Gerhard Lognberg. Havnar Hornorkestur fer at seta sín serliga dám á dagin, umframt Rókur Jákupsson Jacobsen syngur og spælir saman við øðrum.
Arbeiðaradagurin hevur verið hildin, síðani ein altjóða arbeiðararáðstevna í París í 1889 avgjørdi, at 1. mei skuldi gerast altjóða arbeiðaradagur. Árið eftir var dagurin fyrstu ferð hildin, og líka síðani hava arbeiðsfólk hildið henda dag.
Arbeiðaradagur verður hildin víða um heim og mótmælisgongur eru allastaðni fyri betri arbeiðs- og livikorum, fyri betri arbeiðsumhvørvi og øktum politiskum frælsi.