1. mai 1998 Droyrreyða merkið

? ? ?

Ei stuðlum vær pamparaveldi

stríðsmerkið fjala vil tað

í brakandi blóðreyða eldi

sæst gammana marglætis rað


ei vilja vit jørðina týna

í eitrandi vápnagný

droyrreyða merkið vil sýna

geislandi frælsis sól fríð


í havsbrúnni reyðu vit skoða

eitt samhaldsfast stríðshuga lið

tað javnrætt og frælsi vil boða

ei ríkmannastættin fær grið


stríðsmerkið reyða og skara

ið reinsar spekulantanna leið

skoðandi javnrættarvarða

har kúgandi fóturin steig


tann bjartasti reyði dagur

okkum ber fagnaðarljóð

vænasti socialistiski staður

fyri rættvísi ofraði blóð


í eystri stríðsmerkið væna

verkafjøld stríðshuga stendur

spekulanta virksemi at bana

socialistarnir taka saman hendur


verkafólk stúrin ei verði

dagurin reyði okkara er

solidariska stríðsmerki beri

á rættvísisleið á ferð


1. mai 1998

Sólmundur