”Fra og med den 1. juli 2017 kan byrådsformænd og sysselmændene således forrette vielser mellem to personer af samme køn”.
Soleiðis ljóða stuttu boðini, ið hava við sær, at 1. juli í ár kunnu samkynd giftast í Føroyum. Boðini er tey, sum borgarstjórar og sýslumenn hava fingið frá danska Børne- og Socialministerie.
Lógin skal lýsast bæði í Danmark og í Føroyum fyri at hava virknað. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við ábyrgd av økinum, hevur eisini lýst lógina at koma í gildið í Føroyum 1. juli.










