Fyri fyrstu ferð kemur ein føroysk frálærubók í enskum út, sum gevur skúlabørnunum møguleika at læra enskt umvegis føroyskt, og ikki umvegis danskt ella enskt, sum fyrr. Hetta kann vera ein ábending um, at vit nú í størri mun enn áður brynja okkum út til at fara út í heim ella at taka ímóti heiminum í alheimsgerðini, sum so nógv verður prátað um.
Í løgmansrøðuni verður sett út í kortið at á vári í 2009, tá ið næsta PISA-kanning verður gjørd skulu vit vera líka væl fyri sum hini Norðanlondini tað vil so helst siga, at vit fáa nøkulunda sama miðalúrslit í PISA 2009.
Hini Norðanlondini
Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, er væl nøgdur við tað, sum varð tikið fram í røðuni og er spentur eftir at vita, hvat fer at koma burturúr. Men hann slær fast, at okkurt má av álvara setast í verk nú vit nærkast 2015. Um 11 dagar fara tey børnini, sum í 2015 skulu í PISA-kanning, í 1. flokk kring alt landið.
- Mær dámar væl, at tað verður tikið fram í løgmansrøðuni. Men spurningurin er nú, hvat skal so til?
Formaðurin peikar á, at undirvísingarstøðið, sum føroysku skúlabørnini koma ígjøgnum í teirra skúlagongd skal vera tað sama sum í øðrum norðanlondum, um vit vilja koma uppá teirra støði. Hetta er alneyðugt, men samstundis fer tað at kosta, undirstrikar Magnus Tausen avgjørdur.
Hann fortelur, at í hinum Norðanlondunum fara børnini í skúla, tá ið tey eru 6 ár. Tað er eitt ár áðrenn føroysku skúlabørnini. Og afturat hesum, so hava tey fleiri undirvísingartímar enn okkara.
- Vit muga hava líka nógvar tímar tvs. uml. 20-25 % meiri í byrjanarundirvísingini, um vit skulu koma uppá tað sama undirvísingarstøðið hjá hinum Norðanlondum.
Eisini skal nakað gerast við førleikan hjá lærarunum. Har er brúk fyri at dagføra førleikan, sum afturúrsigldur. Lærarar skulu í eina støðuga eftirútbúgvingarskipan, eins og í hinum Norðanlondunum.
Tann triði týdningarmikli luturin, sum Magnus Tausen eftirlýsir, er manglandi støðið á føroyskum undirvísingartilfari yvirhøvur.
- Hvør er týdningurin av, at føroyska undirvísingartilfarið als ikki er sama á støðið við undirvísingartilfarið í Danmark, spyr formaðurin í FL.
Hann heldur, at kommunurnar skulu gera eitt betri arbeiði við at fáa gagnnýtt tað føroyska tilfarið, sum er soleiðis, at ikki fleiri bøkur bara verða standandi.
Føroya Skúlabókagrunnur er einasta forlagið í Føroyum, sum arbeiður við eini miðvísari útgávuætlan, ið skal nøkta tørvin á undirvísingtilfari í øllum skúlaverkinum og, sum eisini skal vera í tráð við lesiætlanin. Forlagið er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum. Tá ið skúlabøkur verða keyptar, so er tað kommunurnar, sum keypa tilfarið inn. Kommunurnar hava ábyrgdina fyri skúlabygninginum og eisini undirvísingartilfarinum.
Stórur tørvur eftir føroyskum undirvísingartilfari
Wenche Andreassen er marknaðarfólk á Føroya Skúlabókagrunni, hon marknaðarførir m.a. bókaútgávur, fylgir við tí, sum kemur út og kannar eftir, hvat selur og ikki. Á forlagnum hava tey eitt nærum dagligt samskifti við skúlaverkið. Hon fortelur frá einum alsamt vaksandi tørvi innan skúlaverkið.
- Tað er ein sannroynd, at tørvurin á føroyskum undirvísingartilfarið er stórur. Men vit verða noydd at raðfesta, tí vit hava eina avmarkaða fígging at arbeiða við.
Wenche vísir, at í summum førum keypir mann danskar bøkur, tí mann er noyddur til tað. Hon peikar eisini á, at tá ið ein lærari manglar tilfar, so er tað upp til hann sjálvan at syrgja fyri tilfarinum tá blívur tilfarið sera ymiskt frá skúla til skúla.
- Tað hevur stóran týdning, at lærubøkur hava ein ávísa dygd, tá ið tær koma út. Bókin skal bæði hava dygd, tá ið umræður tað málsliga, tí viðvíkjandi frálæruhátti og tað fakliga. Skúlabókagrunnurin leggur dent á at geva bókarøðir út, sum eru eitt dygdargott amboð hjá lærarum í dagligu undirvísingini. Tá ið skúlar velja danskt tilfar framum føroyska tilfarið, so gongur tað út yvir føroysku skúlabókaútgávuna. Wenche Andreassen sigur eisini frá, at mann eisini hevur hoyrt um, at lærubøkur verða kopieraðar.
- Hetta er jú fyrst og fremst ólógligt. Og so gagnar hetta jú á ongan hátt føroysku skúlabókaútgávuni.
Magnus Tausen slær fast og endurtekur, at teir tríggir avgerandi lutir, sum vit av álvara verða noydd at brúka penging uppá eru hesir: Eina eftirútbúgvingarskipan av lærarum, fleiri tímar og so muga vit fáa gjørt nakað við okkara føroyska undirvísingartilfar, sum vit muga gagnnýta tað betri.
Núverandi undirvísingarstøðið, sum vit hava, stendur ikki í mát við hini norðurlendsku.
Myndatekstur:
Savnsmynd. 14. august fara tey børnini, sum í 2015 skulu í PISA-kanning, í 1. flokk kring alt landið.
Myndatekstur:
Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag. Hann slær fast, at okkurt má ítøkiligt má setast í verk, og tað skjótast gjørligt.
FAKTA:
Nú í heyst verður orðaskifti í løgtinginum um fólkaskúlan:
Aðalorðaskifti um fólkaskúlan
Endamálið við orðaskiftinum er at fáa at vita, hvørjar hugsanir tingmenn hava um, hvussu skúli okkara skal verða skipaður í framtíðini. PISA-undankanningin og tilráðingarnar frá einum PISA-átaksbólki verða partar av hesum orðaskifti.
Mál, ið mentamálaráðharrin ætlar sær at leggja fyri tingið í vár:
o Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um fólkaskúlan
Endamálið við uppskotinum er at fáa ásetingar um, hvussu farast skal fram í setanarmálum, tá ið skúlaleiðarin er ógegnigur, og at útvega heimildir
fyri framhaldandi økissetan av lærarum.
o Uppskot til løgtingslóg um Lærdan háskúla og um samskipan av hægri útbúgvingum. Endamálið við uppskotinum er at samskipa ávísar hægri útbúgvingar í Føroya lærda háskúla.
o Uppskot til løgtingslóg um læraraútbúgving
Endamálið er at nútímansgera útbúgvingina og skipa hana á bachelorstigi.
o Uppskot til løgtingslóg um pedagogútbúgving
Endamálið er at nútímansgera útbúgvingina og skipa hana á bachelorstigi.
o Aðalorðaskifti um miðnámsútbúgvingar
Endamálið er at fáa orðaskifti um, hvussu gymnasialu miðnámsútbúgvingar eiga at verða skipaðar í framtíðini. Álitið frá nevndini, ið endurskoðar gymnasialu miðnámsútbúgvingar¬nar, verður partar av hesum orðaskifti.