1 FIFA sparkivøllur til Kollafjarðar og ein til Svanga

Levi Mørk, Formaður í byggi og býraskiparnarnevndini
----

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt, at tað skulu gerast 2 nýggir sparkivallar ein í Kollafirði og ein úti í Svanga í Tórshavn.
Tað er byggi og býarskiparnevndin sum umsitir og staðsetir FIFA sparkivallarnar hjá Tórshavnar kommunu. Sum formaður í byggi og býarskiparnarnevndini eri eg sera fegin um hesa avgerð, tí hetta er ein sera gomul ætlan, sum nú endaliga gerst verðuleiki..
Nýggjur sparkivøllur í Kollafirði
Heitt hevur verið í fleiri førum á kommununa um at skipa ein graslíkisvøll eystanfyri ítróttarhøllina í Kollafirði. Økið liggur óslættað. Eisini eru ynski um at byggja reiðskapsgoymslu eystur úr høllini uml. 6 m. Staðsetingin av vøllinum má ikki darva einari komandi útbygging.

Nú líkindi eru til at UEFA girðingin í Fola- og Purkugerði skal takast niður, av tí hesin vøllur hevur skapt ov nógv órógv fyri tey fólk sum har búgva, tí hann liggur ov tætt at húsunum í umhvørvinum, verður tí skotið upp, at endurnýta timburgirðingina til nýggja sparkivøllin í Kollafirði.
Neyðugt verður at slætta økið, stoypa kant 6800x50x50 cm at festa girðingina í, keypa graslíki + gummimáttu + 2 mál.

Kommunustjórin og býargartnarin mæla nevndini at staðseta vøllin eystanfyri høllina og at viðgera málið við møguligari umraðfesting av konto 6275 á fíggjarætlanini 2012 sambært lýsing og uppskoti omanfyri.

Nýggjur sparkivøllur og grillpláss í Svangá
Fyri árum síðan varð uppskot gjørt til skipan av frítíðarøkinum 1180a í Svanga. Økið liggur við Grønlandsvegin, Hvalsoyar- og Torsteinsgøtur og í Svanga. Hetta økið varð lagt av til óbygt øki í útstykkingarætlanini hjá Ólavi Højgaard sála. Allir íbúgvarnir í útstykkingini eiga sín part av felagsfrítíðarøkinum 1180a. Táverandi planur varð ongantíð settur í verk tí at semja var ikki millum íbúgvarnar/eigarnar.

Nú er ynski komið frá øllum eigarunum um at kommunan yvirtekur økið og skipar sparkivølll og grillpláss, annars fær kommunan ikki ognarrætt til økið.

Vanlig siðvenja hevur verið í nógv ár at kommunan ikki yvirtekur ognarrættindini til tílík frítíðarøki, men at kommunan / lendisdeidlin í samráð við eigarnar ella umboð teirra gera uppskot og við tí søkja kommununa um stuðul at fremja ætlanina. Víst verður til málið um spæliøki og bóltvøll í Dalakróki har kommunan tók undir við at veita stuðul kr. 300.000, sama er gjørt í Maritugøtu og øðrum útstykkingum.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykt einmælt týsdagin, at mæla býráðnum til, um fíggjarnevndina, at játta kr. 400.000 av konto til vøllin í Kollafirði og 300.000 kr til sparkivøllin og grilløki við Svangá í Tórshavn. Hetta hava fíggjarnevndin og nú í kvøld býráði samtykt.
Hetta er eisini harðliga tiltrongt, og eg eri sera fegin um hesa avgerð. Fólkið úti í Svangá og í Kollafirði hava biðja eftir hesum FIFA vøllum í fleir harrans ár og nú er endiga komið á mál.
Hetta fer avgjørt at styrkja um trivnaðin hjá Kollfiringum, serliga gleðiligt er hettar fyri skúlabørnini í Kollafirði og sjálvsagt øll onnur við.
Sama er galdandi hjá teimun fólkum í nærumhvørvinum úti við Svangá, sum hava biðja leingi eftir hesari ætlan, sum nú verður veruleiki. Nú haa vit funnið fígging og málini eru avgreitt.
Tað er byggi og býarskiparnevndin sum umsitir og staðsetir FIFA sparkivallarnar hjá Tórshavnar kommunu.

Annars vil eg takka øllum Tórshavnar býráð fyri teirra stuðul.