1. deild verður eisini 27 umfør

2. deild skiftur næsta ár navn til 1. deild, og eins og í Formula-deildini verður talan her um 27 umfør

Fótbóltur

Tað tóktist breið semja vera um, tá feløgini leygardagin eftirmettu farna kappingarárið.
Við hesum kemur komandi kappingarár eisini at verða meira krevjandi hjá teimum, sum kappast um at sleppa á ovastu rók. Og fyri at dystartalið ikki skal gerast alt ov stórt, fellur kappingin um FSF-steypið burtur. Hetta var steypakapping, har lið úr Formula-deildini ikki tóku lut.
Eisini var semja um, at longdin á kappingarárinum verður óbroytt, soleiðis at tað framvegis eru nøkur umfør eftir, tá landsliðið spælir seinastu dystirnar á árinum. Tað plagar at vera fyrst í oktober mánaði.