1. deild tjóvstartaði

TB vann sannførandi á Víkingi, tá hesi bæði liðini settu hol á 16. umfar í 1. deild í gjárkvøldið

TB vann dystin ruddiliga 4-1. Hinir fýra dystirnir í 16. umfari í 1. deild verða spældir leygardagin 25. juli.

Tað var Dánjal Lervig, ið legði Víking á odda 1-0, men áðrenn komið varð til steðgin, hevði TB gjørt trý mál. Josef Bassene gjørdi tey bæði fyrstu, so økti Gilli Sørensen áðrenn Hanus Mortensen staðfesti sigurin og úrslitið gjørdist 4-1 til TB.

Við sigrinum liggur TB á triðja plássi í 1. deild við 28 stigum. Sama stigatal hava HB og VB/Sumba, ið tó hava betri málúrtøku, og nú eisini ein dyst færri enn TB.

Fremst er B71 við 30 stigum.