Í gjár var 10. umfar í 1.deild hjá monnum. Næstbesta liðið hjá NSÍ er framvegis oddalið. Teirra dystur bleiv spældur fyri nakað av tíð síðan, tá teir vunnu 7-1 á ÍF. Broytingin nú er, at argjamenn eru bara eitt stig aftanfyri.
AB vann 1-0 í Leirvík móti næstbesta liðnum hjá Víkingi. Málskjútti var Karstin Højgaard, sum skoraði málið longu aftaná 11 minuttir. Argjamenn hava nú vunnið fimm dystir upp í slag.
Tað var lagt upp til toppdyst, tá B68 vitjan í Klaksvík, har stevna er. B68 hevur verið rundan um oddin seianstu umførini, og tað var líkt til at Súni Olsen og hansara menn fingu øll stigini, eftir at teir komu á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk KÍ brotsspark. Hóast toftamenn royndu at órógva brotssparksskjúttan, so skoraði Henry Heinesen trygt til úrslitið 1-1. Við javnleikinum dettur B68 niður á fimta pláss.
HB vann 4-3 á Giza Hoyvik, eftir at gestirnir høvdu verið á odda bæði 2-0 og 3-1. Avgerandi málið eitt ein kendur maður við navninum Páll M. Joensen. B36 vann eisini á heimavølli móti TB/FSC/Royn, og hevur leitað sær vekk frá botninum.
1 | 10 | 7 | 1 | 2 | 33 | 10 | +23 | 22 | ||
2 | 10 | 6 | 3 | 1 | 25 | 11 | +14 | 21 | ||
3 | 10 | 6 | 2 | 2 | 25 | 14 | +11 | 20 | ||
4 | 10 | 5 | 2 | 3 | 34 | 17 | +17 | 17 | ||
5 | 9 | 5 | 1 | 3 | 13 | 9 | +4 | 16 | ||
6 | 10 | 5 | 0 | 5 | 15 | 18 | -3 | 15 | ||
7 | 10 | 3 | 1 | 6 | 21 | 24 | -3 | 10 | ||
8 | 10 | 3 | 1 | 6 | 19 | 30 | -11 | 10 | ||
9 | 9 | 2 | 3 | 4 | 16 | 18 | -2 | 9 | ||
10 | 10 | 0 | 0 | 10 | 4 | 54 | -50 | 0 |