1,7 milliard í vinningi

Talan verður um ein mega stóran vinning, tá lottospælið, »Mega Millions« verður drigið í annaðkvøld. So seint sum í síðstu viku var vinningurin í einum italskum lottospæli 1,3 milliardir krónur, sum ein einsamallur spælari vann, og í USA var sama upphædd vunnin í lottospælinum »Power Ball«.

Eisini í hesum førinum var tað ein einsamallur spælari, sum fór avstað við øllum vinninginum.

Tó er tað soleiðis, at vinnarin ikki fær peningin útgoldnan í einum. Velur vinnarin tað, fær hann bert ávíst prosenttal útgoldið. Í førinum í síðstu viku, kundi vinnarin velja ímillum at fáa peningin útgoldnan í ratum í 29 ár, ella at fáa 146 av teimum 259 milliónunum dollarum útgoldið í einum.

Eftir skatt og avgjøld hevði hann havt 105 milliónir dollarar eftir, og tað er hóast alt smáar 550 milliónir krónur. Og tað eru eisini pengar.

So í so máta var italiumaðurin munandi hepnari.

Sum nevnt verður drigið um 325 milliónir dollarar í annaðkvøld, og tað ber eisini til hjá føroyingum at spæla við um internetið. Eitt av netspælistøðunum finst á www.wintrillions.com