Ein nýggj frágreiðing hjá ST kemur til ta niðurstøðu, at 1,7 milliard fólk kring heimin eru fátæk. Fyrr hevur ST sagt, at 1,4 milliard fólk hava minni enn 1,25 dollara ella 6,50 krónur at liva fyri um dagin.
ST sigur kortini, at tey seinastu tjúgu árini hava tey flestu londini hava gjørt munagóð framstig, tá tað snýr seg um heilsu, útbúgving og livikor.
Samstundis hevur ST gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu framkomin tey ymsu londini kring heimin eru. Á fyrsta plássi er Noreg, og á teimum báðu næstu plássunum eru Avstralia og Ný Sæland. Danmark er á 19. plássi, og Zimbabwe er niðast.