1,7 milliónir til kaðalar til landstreym

Tórshavnar býráð samtykti á eykabýráðsfundi í kvøld at játta 1,7 mió. kr. til at leggja streymkalaðar í Skansabryggjuna.

Verkætlanin fyri nýggju Skansabryggjuna fyriskrivar, at bryggjan verður fyrireikað til framtíðar landstreym við at tað verða løgd fýra dragirør í grøv fram við bryggjukantinum, soleiðis at møguleiki verður seinni at draga kaðalar ígjøgnum til íbindingarpunkt til landstreym.

Samstundis skal SEV leggja tveir háspenningskaðalar til háspenningsskipan til landstreym.

Politiskt ynski er um, at íløgan í kaðalar verður framskundað og kaðalir til landstreym lagdir, meðan arbeiðið við bryggjuni er í gognd, og áðrenn kaðalgrøvin verður tyrvd. Sambært arbeiðsætlanini byrjar arbeiðið at grava kaðalgrøvina í hesi vikuni, og tí mátti støða takast til spurningin á býráðsfundi í kvøld.

Uppskotið varð einmælt samtykt, og varð tí játtað 1,7 mió. kr. til endamálið.